placeholder
Innanlands

Karin 45 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Hon byrjaði 15. desember 1974 og hevur sostatt tænt sjey borgarstjórum og fimm kommunustjórum

Karin Jacobsen saman við Anniku Olsen, borgarstjóra (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Karin Jacobsen saman við Anniku Olsen, borgarstjóra (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-12-14 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var hátíðardagur í Tórshavnar kommunu, nú Karin Jacobsen, kundi hátíðarhalda, at hon hevur starvast í kommununi í samfull 45 ár.

Í morgin eru júst 45 ár liðin, síðan hon byrjaði í starvi hjá Tórshavnar kommunu 15. desember 1974.

Í síni starvstíð hevur Karin Jacobsen sostatt tænt sjey borgarstjórum og fimm kommunustjórum.

Annika Olsen, borgarstjóri, handaði Karini blómur og bar fram røðu.

Røðan hjá Anniku Olsen kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder