Innanlands

Jenis av Rana: Eingin skúlagongd áðrenn páskir

Politisk avgerð er ikki tikin um hetta enn, men landsstýrismaðurin fer at mæla til at skúlagongdin ikki byrjar aftur síðsti í hesum mánaðanum

Jenis av Rana

Jenis av Rana

2020-03-19 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað haldi eg, at eg kann siga øllum lærarum, sum sita og ivast í hvussu tað verður. Endaliga politiska avgerðin er ikki tikin enn, men eg fari at mæla til tað.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, við Dag & viku, um støðuna í skúlunum kring landið, sum seinastu dagarnar hava verið stongdir orsaka av koronavirusinum.

Upprunaliga var ætlanin at skúlarnir skuldu vera stongdir hesa vikuna, og restina av næstu viku eisini, men so byrja páskini av álvara at nærkast.

- Kalendarin er ikki broyttur, men stillavika liggur har, so tað er heilt natúrligt, at vit gera tað sum tað er, sigur Jenis av Rana, sum fer at mæla til, at skúlarnir lata upp eftir páskir.

- Eingin dugur at siga hvussu leingi tað varar. Hetta er ein so nýggj støða fyri øll um allan heimin, og eingin dugir at spáa um, hvussu lang tíð fer at ganga, segði Jenis av Rana.

Sostatt verður helst talan um at próvtøkur vera í seinnu helvt av juni ella í fyrru helvt juli, men hetta er støða ikki tikin til enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder