Uttanlands

Japan: Ringasta veðurvanlukkan í 30 ár

Heilar býir eru undir vatni

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-07-11 23:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuskiftinum var Japan rakt av ógvusligum illveðri.

Mongdirnar av regni og eftirfylgjandi jarðsjálvtar hava díkt heilar býir undir vatn, og gjørt nógvan annan skaða. Okayama- og Hiroshimaøkið eru harðast rakt.

DR skrivar, at í minsta lagi 176 fólk hava latið lív, og 80 fólk eru horvin.

Uml. 2 milliónir japanarar eru burturfluttir, og nógv eru eisini rýmd heimanifrá vegna vatnflóðið. 7.000 fólk eru stødd í fyribils skjólum, tí tey sambært lokalu myndugleikunum ikki hava nakað heim longur.

Nógv fastnet- og internetsambond er niðri, og meira enn 250.000 húski hava ikki atgong til vatn, og fleiri túsund hava ongan streym.

Fleiri enn 75.000 løgreglufólk, sløkkiliðsfólk, og sjóverjufólk eru biðin at hjálpa við bjargingararbeiðnum.

Vatnflóðið er tað ringasta, Japan hevur upplivað síðan 1982. Tá lótu uml. 300 fólk lív í ógvusliga illveðrinum.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk hava latið lív, og hvussu stórur skaðin er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder