Uttanlands

Italia: 56 fólk fingu skaða tá lastbilur sprongdist

Lastbilurin koyrdi við eldfimum tilfari

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-06 16:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

56 fólk fingu skaða, ein lat lív og ein brúgv datt partvíst niður, tá ein lastbilur sprongdist á motorvegnum í Bologna í Italia.

Lastbilurin var í einum óhappi á motorvegnum, og hetta gjørdi, at lastbilurin sprongdist. Nøkur av teimum sum fingu skaða, vóru rakt av knústum glasi, sum fór flúgvandi gjøgnum luftina eftir at rútar í fleiri bygningum nærhendis fóru í knús av spreingingini, sigur sjónvarpsrásin Sky TG24.

Italska sløkkiliðið skrivar á Twitter, at fleiri bjargingarakfør eru á veg á staðið.

placeholder
placeholder