Innanlands

Ísland strikar øll koronatiltøkini

Frá í morgin verður eitt nú einki krav um munnbind, og einki mark fyri, hvussu nógv kunnu savnast, ella hvussu leingi støð kunnu hava opið – frá 1. juli verða ferðaavmarkingarnar eisini linkaðar fyri tey, sum eru liðugt koppsett

Reykjavík (Mynd: Visualhunt)

Reykjavík (Mynd: Visualhunt)

2021-06-25 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í morgin verða øll koronatiltøkini í íslandi strikaði. Hetta merkir, at einki krav verður um munnbind, einki mark verður fyri, hvussu nógv kunnu savnast, og heldur ikki upplatingartíðir verða avmarkaðar.

Nærum 90 prosent av íbúgvunum eru koppsett fyri koronu, og 170.000 fólk eru liðugt koppsett, og tí ber til at strika tiltøkini, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Frá 1. juli og fram til 15. august verða ferðaavmarkingarnar eisini linkaðar. Ferðandi, sum kunnu skjalprógva, at tey eru liðugt koppsett (tey, sum hava fingið seinnu koppsetingina í minsta lagi tvær vikur frammanundan, ella eina viku fyri tey, ið eru koppsett við koppingarevninum hjá Johnson & Johnson) ella hava havt koronu, nýtast ikki at lata seg kanna við komu. Tað sama verður galdandi fyri børn, sum eru fødd eftir 2005.

Tey, sum ikki eru liðugt koppsett ella hava havt koronu skulu framvegis vísa á negativt kanningarúrslit, lata seg kanna við komu, vera í sóttarhaldi í fimm dagar og kunna vísa á eitt negativt úrslit eftir seinnu kanningini.

Í løtuni verða koronatølini í íslandi bert dagførd tvær ferðir um vikuna, og frá juli mánað verður tað bert eina ferð um vikuna, nú talið á smittaðum heldur fram at minka.

Seinastu vikuna eru eingir nýggir tilburðir skrásettir í Íslandi. Í løtuni eru 12 persónar smittaðir í Íslandi, meðan 78 eru í sóttarhaldi, vísa seinastu tølini frá covid.is.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder