Innanlands

Í dag verður landfast millum Sandoy og Streymoy

Stórur dagur í ítróttarhøllini á Sandi klokkan 13. Tá verður seinasta skotið til Sandoyartunnilin latið

(Mynd: Kristian Stórhamar)

(Mynd: Kristian Stórhamar)

2022-02-03 10:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða 94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum fara at trýsta á knøttin einaferð um 13 tíðina í dag.

Tá verður opið millum Traðardal á Sandoynni og Gomlurætt á Streymoynni.

Alment hátíðarhald verður í Ítróttarhøllini á Sandi, og fleiri røður eru á skránni.

Røðarar á degnum verða

Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum

Bergur Poulsen, nevndarformaður

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu

Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum tá seinasta skotið verður latið av. Fylg við frá klokkan 13 her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder