Innanlands

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, eru serstakar leiðbeiningar galdandi viðv. burturbeining av leivdum

2018-08-17 18:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú nátatíðin er fyri framman, eru serstakar leiðbeiningar galdandi viðv. burturbeining av leivdum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.

Fyribyrging av nátasjúku: 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

- IRF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder