Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 112 kilometrar um tíman við Kollafjarðartunnilin, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.
Á Havnavegnum, har mest loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman, varð ein tikin fyri at koyra 84 kilometrar um tíman, og á Velbastaðvegnum í Havn varð ein tikin fyri at koyra 88 kilometrar um tíman, har hámarksferðin eisini er 60.
Í øllum førum gevur tað eina treytaða frádøming av koyrikortinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Umframt hesi trý málini fingu tveir bilførarar eisini klipp fyri onnur lógarbrot.
Í norðurøkinum varð ein bilførari tikin fyri at koyra við hondhildnari telefon, meðan hann koyrdi, og í Klaksvík var ein tikin fyri at koyra ímóti ferðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald