Innanlands

Skuldsettur fyri stuldur og rúsdrekkakoyring

Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt í sambandi við eitt mál um brúksstuldur av einum bili

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-15 09:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra rúsdrekkaávirkaðir í Havn.

Fyrri bilførarin varð tikin á middegi í gjár undir vanligum eftirliti hjá løgregluni, og tann seinni varð tikin í nátt í sambandi við eitt mál um bruksstuldur av einum bili.

Tað var klokkan fýra í nátt, og boðað varð frá, at ein bilur varð stolin í Havn. Løgreglan fann tó bilin aftur, og vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, so hann er skuldsettur fyri bæði at koyra ávirkaður og fyri at stjala bilin.

Eigarin hevði latið lyklarnar vera eftir í bilinum, og tað fær viðkomandi eina bót fyri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder