Framsókn hevur í valskránni skrivað “Nógv fleiri bústaðir”, og har undir siga tey, at kommunur, vinnu og land skulu samstarva um skjóta bústaðarbygging, har øll kunnu vera við.
Tey vísa eisini á, at tað skal ganga skjótari at fáa neyðug loyvir frá myndugleikunum, eins og tað skal vera ein viðgerðartrygd, har fólk fáa svar upp á byggiloyvi innan eina ávísa freist.
Sostatt nevnir Framsókn ítøkiliga bústaðarmarknaðin í sínari valskrá, men spurningurin um, hvørt fólk skulu eggjast til at seta hús nummar tvey ella trý til sølu ella leigu, vil forkvinnan ikki svara uppá.
Videobrotið omanfyri úr longri samrøðu, sum journalistarnir hjá Frihedsbrevet, Barbara Holm og Jan Lamhauge, hava við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn. Hvønn dag hesa vikuna, senda tey longri samrøður við forfólkini, har hesi fáa stillaðar hvassar spurningar um tað tey lova. Tað krevur hald, at hoyra longri samrøðurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald