Í Føroyum eru tað umleið 40 prosent av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands, tá ið tey eru í tjúguárunum, og umleið helvtin av teimum flyta aftur til Føroya, tá tey eru í tretivuárunum.
Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Føroyum, skrivar Hagstovan.
Í Íslandi er tað tíggjundi hvør, og í Álandi er tað fjórði hvør, sum flytir uttanlands og ikki kemur heimaftur.
Flytimynstrið á Álandi minnir um tað føroyska. Har flyta áleið tveir triðingar av hvørjum árgangi uttanlands at búgva, tá tey eru í tjúgunum, og umleið ein triðingur er fluttur aftur til Álands, tá tey eru í tretivunum.
Samanborið við føroyskar og álendskar ungdómar í tjúguárunum eru tað í Íslandi munandi færri, sum flyta uttanlands at búgva.
Fyri árgangirnar, ið eru føddir í 1980unum, vóru tað undir 20 prosent av hvørjum árgangi, sum fóru uttanlands at búgva, tá tey vóru í tjúguárunum. Hinvegin eru tað eisini færri av teimum, sum flyta aftur til Íslands at búgva, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald