Mentan

Hugsar tú ov nógv um, hvussu nógv dáma tínar myndir á Instagram?

Instagram er í ferð við at royna eina nýggja útgávu av appini, har eingin annar enn eigarin sjálvur sær, hvussu nógv hava dámt myndina hjá honum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-03 22:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ert tú ein teirra, ið gongur høgt uppí, hvussu nógv "likes" tú fært á sosialu miðlunum? Hevur tú kanska fangað teg sjálvan í at samanbera teg sjálvan við onnur, tá tað kemur til talið á likes?

Hetta hevur Instagram møguliga funnið eina loysn uppá.

Í hesum døgum er Instagram í ferð við at royna eina nýggja útgávu av appini, har talið av likes verður goymt fyri øll onnur enn viðkomandi, sum eigur myndina.

Brúkarar í Kanada eru millum tey fyrstu, og møguliga einastu, sum koma at uppliva Instagram, uttan at talið av likes verður víst undir myndini.

Adam Mosseri, stjóri á Instagram, sigur sambært DR, at endamálið er at skapa minni kapping og minni sosialt trýst millum brúkarar.

- Vit ynskja at fólk skulu hugsa eitt sindur minni um, hvussu nógv likes tey fáa á Instagram og brúka eitt sindur meira tíð uppá tey fólkini, tey eru góð við. Vit vilja ikki, at Instagram skal kennast sum eina kapping, vit vilja fegin skapa eitt umhvørvi, har minni trýst verður lagt á fólk, sigur hann.

[object Object]

Soleiðis sær Instagram út í Kanada í løtuni. Her ber ikki til at síggja, hvussu nógv hava dámt myndina, men bert hvørji av teimum, tú fylgir, eisini hava dámt (Mynd: DR).

placeholder
placeholder