placeholder
Innanlands

Høg valluttøka í Klaksvík og Havn

Nógv bendir á, at valluttøkan er stór á fólkatingsvalinum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-06-05 19:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaðu vit um høga valluttøku bæði í Klaksvík og á landsins størsta valstaði á Høllini á Hálsi. Og talan er enn um stóra valluttøku, hóast munurin í Havn er minkaður nakað ímun til síðsta val í 2015. 

Á Hálsi høvdu 7824 fólk atkvøtt klokkan 18.00. Tað er ein framgongd á 7,8 prosentstig um somu tíð síðani síðsta val. Men Jóan Petur Hentze frá Tórshavnar kommunu greiðir frá, at tá munurin var hægst, vóru heili 10 prosentstig á muni ímillum seinasta val og í valið í dag. Brævatkvøðurnar, ið eisini eru nakrar fleiri í dag enn seinast. 

Í Klaksvík er talan um gott úrslit. Eins og klokkan 16, eru áleið 300 fleiri enn seinast. 1841 høvdu atkvøtt klokkan 18 ímun til 1516 í 2015. Afturat teimum 1841 atkvøðunum, eru 134 brævatkvøður, ið ikki eru taldar við. Tað vil siga, at 1975 hava atkvøtt í Klaksvík, har 2386 fólk hava atkvøðurætt. 

Munurin ímillum núverandi val og valið seinast kann væl lækka nakað, tá vit nærkast endanum av valdegnum. Tá tað er grundlógardagur er ikki óhugsandi, at fólk hava atkvøtt fyrr enn vanligt, tí tey hava fingið frí tíðliga. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder