Uttanlands

Hjálparskip sokkið í illveðri í Meksiflógvanum

Leitað verður enn eftir 12 av manningini

2021-04-15 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur er deyður og 12 ikki afturfunnir eftir at eitt skip týsdagin sakk í Meksikoflógvanum út fyri Lousiana, boðar amerikanska bjargingartænastan frá, sambært AP

Bjargingartænastan og fleiri skip leitaðu í gjár framvegis í økinum. Skipið Seacor Power, eitt tænastuskip hjá frálandavinnuni, sakk í illveðri nærhendis havnabýin Port Fourchon út fyri New Orleans.

Bjargingartænastan fekk neyðarkall frá skipinum seinnapartin týsdagin. Tað eydnaðist at bjarga seks av manningini. Eisini var ein druknaður persónur tikin upp úr sjónum. Hildið verður, at manningin á skipinum taldi 19 tá tað sakk.

Men leitingin eftir saknaðu fólkunum var avbrotin fleiri ferðir orsaka av sera vánaligum líkindum.

Hildið verður fram við leitingini, upplýsir bjargingartænasta. Møguleiki er enn fyri, at fólk á lívi kunnu vera í luftlummum í sokna skipinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder