Uttanlands

Hernaðarvenjing í Svartahavinum avblást

Amerikansk herskip skuldu fara gjøgnum Bosporus í gjár og í dag, men komu ongantíð fram

Savnsmynd av russiskum herskipi, ið fer gjøgnum Bosporus (Mynd: EPA)

Savnsmynd av russiskum herskipi, ið fer gjøgnum Bosporus (Mynd: EPA)

2021-04-15 12:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur avlýst eina hernaðarvenjing í Svartahavinum, upplýsir turkiska tíðindastovan, Anadoulu, við ávísing til diplomatiskar keldur.

Tvey amerikansk krígsskip skuldi annars eftir ætlan fara til Svartahavið í hesi vikuni. Hetta skuldi vera aftursvar fyri russiska hernaðarvirksemið, sum er staðfest við markið til Ukreina og á Krim-hálvoynni.

Sambært keldunum hjá tíðindastovuni, hava skipini brotið ferðina av. Fyrsta skipið skuldi eftir ætlan fara gjøgnum Bosporus-sundið til Svartahavið í gjár, og hitt skuldi sigla ígjøgnum í dag. Men onki skip er komið fram.

Turkiska blaðið Daily Sabah skrivar, at skipini hava kasta akker nærhendis griksku oynni Kreta.

Turkaland boðaði í undanfarnu viku frá, at tvey amerikansk herskip skuldu fara gjøgnum Bosporus, og skuldu vera í økinum fram til 4. mai.

USA hevur ikki váttað upplýsingarnar. Hvørki um at skipini vóru á veg til Svartahavið ella um ferð teirra er avbrotin, skrivar AFP-tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder