Innanlands

Myndir: Herjólfur helst farin seinasta túrin fyri Smyril

Beint eftir klokkan 10 loysti Herjólfur III og setti kós móti Tvøroyri

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-25 11:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Herjólfur III loysti av Havnini beint eftir klokkan 10, var tað helst fyri seinastu ferð sum avloysaraskip fyri Smyril á hesum sinni.

Veðrið er so mikið ringt, at tað verður ikki siglt meira í dag. Umframt keðiliga veðrið, rigga stabilisatorarnir á Herjólfi III heldur ikki.

Veðurforsagnirnar lova eisini vánaligt veður í morgin, og tí er hesin túrurin møguliga hin síðsti hjá Herjólfi III sum avloysaraskip fyri Smyril.

Strandfaraskipið Smyril, sum hevur verið í Danmark í dokk í ein góðan mánað, kemur til Føroya aftur í morgin, og verður eftir ætlan sett í sigling í annaðkvøld.

Les eisini: Smyril sett kós móti Føroyum

Vit tóku hesar myndirnar fyrrapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder