2019-06-30 17:02
            
        
         
                
            Hóast tað gekk vilt fyri seg á Voxbotn konsertdegnum í gjárkvøldið og í nátt, og fólk í túsundatali hugnaði sær í Vágsbotni, so sæst einki til hetta nú.
Beinanvegin í morgun fóru fólk í holt við at taka girðingar, telt og annað niður, og í morgun hevur kommunan eisini ruddað økið.
Løgreglan og sammarittarnir høvdu tó úr at gera í nátt.
- Har vóru eini 40 hendingar bara á Voxbotn. Hvørki vit ella samarittarnir hava nakrantíð havt so nógv at gera sum á hesum tiltakinum, segði vaktleiðarin á politistøðini við Portalin í morgun.
 
    
              
 
                 
             
     
             
            
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald