Innanlands

Helgi er komin aftur í øllum góðum

Føroyingurin, sum sóknast hevur verið eftir í morgun, er komin aftur

2018-07-13 11:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgun varð sóknast eftir Helga Johannesen, sum seinast varð horvin í Keypmannahavn.

Uppsløg vórðu dúgliga deild á sosialu miðlunum, har sóknast varð eftir unga manninum, sum seinast varð sæddur uttanfyri Laurits Betjent í Keypmannahavn hósmorgunin kl. 04:30.

Familjan heitti á fólk um at deila boðini á Facebook, og hetta hevur allarhelst givið úrslit, tí at nú verður boðað frá, at Helgi Johannesen er funnin aftur í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder