Uttanlands

Børn undir 13 ár skulu ikki sleppa á sosialar miðlar

Og ongar persónligar kontur har fyri børn undir 15 ár. Hetta uppskotið hjá ES-nevndini hevur Ursula von der Leyen lagt fram, og tað skal verða partur av einari barnalóg - Børnini verða tikin inn av sosialu miðlunum, staðfestir forkvinnan.

Tað fyllur nógv hjá ES-nevndini og eisini í Føroyum - her sæst Ursula von der Leyen á Føroya-vitjan (Mynd: Sverri Egholm)

Tað fyllur nógv hjá ES-nevndini og eisini í Føroyum - her sæst Ursula von der Leyen á Føroya-vitjan (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-16 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tey taka barndómin frá børnum okkara.

So bersøgin var Urslula von der Leyen, tá forkvinnan í ES-nevndini helt sína "State of Union fyrrapartin.

Sosialir miðlar í sambandi við børn, var eitt heitt evni í Strasbourg. Og ES hevur sínar ætlanir á hesum økinum:

Børn undir 13 ár skulu hava forboð móti at fara á sosialar miðlar, og ongar persónligar kontur á slíkum síðum fyrrenn ein er 15 ár.

Urslula van der Leyen grundgav við, at børn verða bundin og at tey kunnu síggja nógv ógvsuligt, sum tey als ikki eru til reiðar til.

- Børn verða tikin longur og longur inn í "feeds", sum eru sett saman at halda tey í gongd við at skrolla. Ta vit síggja er, at børn veruliga verða tikin inn.

- Vit skulu ikki góðtaka slíkt, sum hevur bundinskap við sær. Okkum nýtist ikki at góðtaka, at børn verða lokkaði inn í meira og meira ekstremt innihald.

ES-nevndin fer hósdagin at leggja eina sonevnda barnalóg fram, har sosialir miðlar eru eitt týðandi punkt.

Føroyar eru ikk partur av ES, men her hava sosialir miðlar, snildfonir og aldurmark fylt lutfalsliga nógv seinastu tíðina. Tað er nakað, sum verandi samgonga hyggur uppá fyri at føra út í lívið.

Krígsstøður og eitt tættari sambandi við Kanada fyltu annars nógv í røðuni hjá von der Leyen í Fraklandi fyrrapartin. 

Sí yvirlit hjá TV2 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder