Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu, og soleiðis er aftur í ár.
Úr Tjørnuvík verður boðað frá, at nú leygardagin 19. September verður farið út á Stakkin eftir seyði.
- Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.
Í ár eru 13 seyðir at taka: 2 veðrar, 4 ær og 7 lomb
Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin døgurða til fjallfólkið. Síðani verða tríggir seyðir flettir sundurlimaðir.
Stakksnevndin skrivar, at hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.
- Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.
Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftaná uppboðssøluna. Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald