Innanlands

Framvegis nógvir bilførarar sum halda í fartelefonini og tosa

Hetta kostaði fimm persónum bót og klipp týsdagin. Ein bilførari var eisini tikin fyri ov nógva ferð Millum Fjarða.

2026-09-16 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag eru góðir møguleikar at tosa í telefon, meðan ein situr við róðrið - uttan at halda í sjálvari fartelefonini.

Hetta við millum annað Bluetooth og AirPods.

Men tað eru framvegis nógvir bilførarar, sum síggjast við telefonini í hondini, og týsdagin tók løgreglan fimm fólk. Øll tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu - og hildu telefonini.

Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. Hetta kostar bót og klipp.

Tað kann tað eisini gera, um ein koyrir ov skjótt - væl yvir hámarksferðina. Og soleiðis var hjá bilførara Millum Fjarða.

Harvið seks mál, seks klipp og seks bøtur tá ferðslupatruljan var úti í gjár. Annars var ikki nógv á sjálvari døgnrapportini hjá løgregluni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder