Innanlands

Bárður vil styrkja sambondini við Brasil

Betri marknaðaratgongd og økt samstarv innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning við heimsins fimtstørsta land, er endamálið við longu ferðini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Bárður á Steig Nielsen og Aline Damasceno, vararáðharri (Mynd: ufmr.fo)

Bárður á Steig Nielsen og Aline Damasceno, vararáðharri (Mynd: ufmr.fo)

2026-09-16 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen hevur seinastu árini tosað nógv um altjóða sambond og handilsavtalur. Í millum annað kjakum hevur formaðurin  í Sambandsflokkinum víst á, at "Føroyar kunnu fáa allar handilsavtalurnar, men veruliga fer eftir" - eisini uttan stórvegis broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Og í sínum leikluti sum landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur vestmenningurin longu verið víða.

Í løtuni er landsstýrismaðurin í størsta landinum í Suðuramerika - og í fimtstørsta landinum í heiminum eftir stødd og nummar 7 á listanum um hugt verður eftir fólkatali.

Í Brasil hevur Bárður á Steig Nielsen fundir við umboð fyri brasilsku stjórnina og vinnulívið um møguleikarnar fyri at styrkja sambandið og samstarvið millum Føroyar og Brasil.

Á fundum í forsetaskrivstovuni við Audo Faleiro, uttanríkispolitiska ráðgeva, og í handils- og vinnumálaráðnum við Aline Damasceno, vararáðharra, legði landsstýrismaðurin  uppskot um ein handilssáttmála við Brasil/Mercosur fram. Her varð víst á, at góðóðu royndirnar av samstarvinum innan heilsufrøði geva eitt gott grundarlag fyri at taka næsta stigið móti einum handilssáttmála.

- Endamálið við ferðini er at halda fram við at menna sambondini millum Føroyar og Brasil og leggja grundarlag undir betri marknaðaratgongd og økt samstarv innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning, skrivar uttanríkis- og fiskimálaráðið á heimasíðu sínari.

Bárður á Steig Nielsen hevur eisini hitt onnur fólk ovarliga í Brasil, ogí   sambandi við vitjanina hevur eisini verið skipað fyri einum serligum føroyakvøldi á donsku sendistovuni, har umleið 100 gestir luttóku. Endamálið var at varpa ljós á Føroyar og styrkja sambondini við brasilska vinnulívið, myndugleikar og onnur áhugað.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder