Innanlands

Heita á ferðafólk og vitjandi um at vísa varsemi í Mykinesi

Mykinesfólk eru stúrin um støðuna, nú koronasmittan breiðir seg so skjótt. Tey eru als ikki glað fyri tey nógvu vitjandi og ferðafólk, ið framhaldandi koma í oynna, og tora tí næstan ikki út fyri dyr, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Mykines (Mynd: Pól Sundskarð)

Mykines (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-08-10 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sørvágs kommuna heitir á vitjandi og ferðafólk, sum fara til Mykinesar, um at vísa varsemi, tá tey vitja í oynni.

– Mykinesfólk eru stúrin um støðuna, nú koronasmittan breiðir seg so skjótt. Tey eru als ikki glað fyri tey nógvu vitjandi og ferðafólk, ið framhaldandi koma í oynna, og tora tí næstan ikki út fyri dyr, skrivar Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

Hon vísir á, at í Mykinesi eru fleiri gomul og veik fólk, sum ikki mugu útsetast fyri smittu. Átta av teimum 10 fastbúgvandi fólkunum í oynni eru yvir 60 ár.

Eisini vísir hon á, at kommunan ikki kann banna ferðandi at fara út í oynna, og tí kemur hon við hesari áheitanini um at vísa umhugsni, nú støðan við korona í Føroyum er vorðin so álvarslig.

Heitt verður á ferðafólk um at halda almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru og at minnast til frástøðuna.

Aimé Jacobsen sigur eisini, at hon ikki heldur kunningina til ferðafólk um koronastøðuna í Føroyum vera nóg góða, og at tað má gerast lættari hjá teimum at finna upplýsingar um hetta.

– Tað hevði tí verið gott at fingið kunningina um koronastøðuna í landinum umsetta til t.d. enskt mál, so hon kann síggjast á teimum støðum, har útlendsk ferðafólk eru, eitt nú á ferjunum hjá SSL. Tað hevði verið gott at fingið t.d. tær mongu plakatirnar við kunning og góðum ráðum týddar, so tær greitt og týðiliga siga útlendingunum frá støðuni og um hvørja atferð, væntað verður av teimum, sigur hon. Alt skrivið kann lesast her.

Les eisini: Fugloyar kommuna við áheitan til vitjandi og ferðafólk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder