Skúlablaðið: - Eru foreldrini ikki virkin, leggja næmingarnir einki í skúlan. Leggja foreldrini hinvegin nógv fyri og gera skúlating saman við barninum, er barnið nógv meiri motiverað, og tað lærir skjótari og betur føroyskt.
Tað sigur Paula Bøgesvang, lærari í føroyskum sum annaðmál í Eiðis skúla.
Tá ið nýggjur næmingur verður meldaður til skúlan, hevur skúlin samrøðu við foreldrini um, hvørjar væntanir skúlin og lærararnir hava til foreldrini og næmingin. Henda samrøðan fer víða, tí spurt verður um nógv viðurskifti, sum hava við barnið og familjuna at gera. Tað hevur týdning, heldur Paula Bøgesvang, tí ein týðandi fortreyt hjá næmingunum at læra føroyskt, er, um foreldrini eru virkin í skúlagongdini hjá næminginum.
- Eru foreldrini ikki virkin, leggja næmingarnir einki í skúlan. Leggja foreldrini hinvegin nógv fyri og gera skúlating saman við barninum, er barnið nógv meiri motiverað, og tað lærir skjótari og betur føroyskt. Heimið hevur alt at siga fyri, hvussu barnið fótar sær í skúlanum og sjálvsagt motivatiónina hjá barninum at læra. Vit leggja doyin á, at foreldrini eru virkin í skúlagongdini, og vit greiða teimum frá, hvønn týdning tey hava í skúlagongdini.
Hóast áhaldandi kunning um týdningin at vera virkin í skúlagongdini hjá børnunum, er tað er sera ymiskt, hvussu nógv foreldini eru uppi í tilgongdini hjá børnunum at læra føroyskt, ásannar Paula Bøgesvang.
- Tíverri síggja vit, at nógv børn, sum koma henda vegin við eini mammu, sum giftist føroyskum manni, ikki verða loftað nóg væl. Hvør orsøkin er, dugi eg ikki at siga fyri vist, men kanska er tað tí, at samskiftismálið heima ikki er føroyskt men eitt mál, sum er ein blanding av fleiri málum. Tað kann leggja meinbogar í vegin fyri at læra føroyskt. Ábendingar eru um, at hava børnini ikki eitt felagsmál við foreldrini, tað er at tey tosa móðurmálið hjá foreldrunum heima, læra tey seinni føroyskt, tí tá hava tey ikki fingið eitt grundleggjandi mál at læra eitt nýtt mál.
- Tað er sum at byggja hús á sand, tí tað ríður undan. Tey hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men tey flúgva ofta undir radaranum, tí tey eru fødd og uppvaksin í Føroyum. Tey hava gingið í barnagarði í Føroyum, og tí roknar mann við, at tey duga eitt nóg gott føroyskt mál, men tá tey koma upp í teir eldru flokkarnar, sær mann ofta, at teirra orðfeingi er avmarkað, og at tey hava trupulleikar við mállæruni.
Skúlin ger nógv burtur úr at upplýsa um týdningin at tosa móðurmálið heima og at raðfesta at læra at tosa føroyskt. Paula Bøgesvang heldur, at henda uppgávan er so stór, at hon einsamøll kann ikki liggja á skúlanum.
- Vit kunnu bara vegleiða og upplýsa, men tað tykist sera trupult at fáa boðskapin út. Vit síggja avleiðingarnar av, at tey ikki læra føroyskt nóg væl. Nógv kenna ikki kynið á orðum, duga ikki at benda, hava ikki orð fyri nógv og eru sum heild sera málsliga veik, og nógv av hesum eru vaksin upp í Føroyum.
Hetta skúlaárið eru til samans 94 næmingar í Eiðis skúla úr forskúla og til hádeild. Í løtuni eru næmingar úr Nepal, Filipsoyggjum, Póllandi, Meksiko, Brasil, Íslandi og Danmark; harumframt eru næmingar, har annað foreldrið er føroyingur og hitt úr Týsklandi, Kenja og Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald