Innanlands

Hesi seks sita nú í Nýskipanarnevndini

Finn Danberg er nýggur formaður og avloysir Ben Arabo. Suni Justinussen er eisini nýggur í nevndini, sum leypandi skal geva tilmæli til politisku skipanina um nýskipanir..

Suni Justinussen, forstjóri í Magn, er ein av nýggju limunum í Nýskipanarnevndini

Suni Justinussen, forstjóri í Magn, er ein av nýggju limunum í Nýskipanarnevndini

2026-09-02 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýskipanarnevndin varð sjósett í fjør til tess at koma við tilmælum til politisku skipanina um møguligar bygnaðarbroytingar - til nýskipanir.

Talið av landsstýrisfólkum fór niður áðrenn jól, men ikki langt inn í 2026 varð nýval útskrivað. Og so fór formaðurin í upprunaligu nevndini, Ben Arabo, upp í polittikk. 

Stutt seinni gavst Súni Selfoss. Í gjár vórðu broytingar í nevndini loksins kunngjørdar

Eftir kunngjørdu broytingarnar týsdagin 1. september, sær Nýskipanarnevndin nú soleiðis út:

Finn Danberg, formaður (stjóri í P/F Lyfta)

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali

Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

Suni Justinussen, forstjóri í Magn

Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

Les meira: Finn Danberg nýggjur formaður í nýskipanarnevndini

Hoyr Finn Danberg í FM1-samrøðu:  - Neyðugt við broytingum í føroyska samfelagnum

Finn Danberg og Suni Justinussen, ávikavist stjóri í Lyfta og forstjóri í Magn, eru nýggju limirnir.

Teir avloysa Ben Arabo, sum nú er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum.

[object Object]
Upprunaliga Nýskipanarnevdin í september 2025, tá hon varð sett á stovn. Eitt ár seinni sær nevndin nakað øðrvísi út (Mynd: Kringvarpið)

Bæði løgmaður og nýggi formaðurin í nevndini staðfesta, at har noyðast broytingar at setast í verk á ávisum økjum. Júst hvørjar er óvist, men nú skal ein øðrvísi samansett Nýskipanarnevnd í gongd aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder