Innanlands

Noreg lagt hald á russiskt skip í Svalbarð

Tað er eitt ukrainskt oljufelag, sum eigur pengar til góðar hjá russiska statinum, sum hevur biðið rættin í Norðurloregi um at leggja hald á skipið.

Rannsóknarskipið Professor Molchanov við bryggju í russiska býnum Barentsburg á Svalbarð (Mynd: Sergei Malgavko/SIPA/Ritzau Scanpix)

Rannsóknarskipið Professor Molchanov við bryggju í russiska býnum Barentsburg á Svalbarð (Mynd: Sergei Malgavko/SIPA/Ritzau Scanpix)

2026-09-03 11:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norskir myndugleikar hava lagt hald á eitt russiskt skip í Svalbarð. Tað skrivar statsliga ukrainska gass- og oljufelagið, Naftogaz, á heimasíðu felagsins.

Naftogaz hevur biðið norsku myndugleikarnar um at leggja hald á skipið, verður upplýst.

Sambært Naftogaz tók ein norskur dómstólur mánadagin avgerð um, at hald skuldi leggjast á russiska skipið, "Professor Molchanov".

Norska løgreglan váttar, sambært blaðnum Aftenposten, at myndugleikarnir hava tikið ræði á skipinum eftir avgerðina í rættinum Nord-Troms og Senja tingrett.

Naftogaz hevur síðan 2016 ført rættarmál móti Russlandi fyri at fáa endurgjald fyri tær ognir, ið vórðu tiknar frá ukrainska felagnum, tá Russland hertók Krim hálvoynna í 2014, skrivar Reuters tíðindastovan.

Ein dómstólur í Haag í Niðurlondum álegði í apríl 2023 Russlandi at rinda Naftogaz 4,22 milliardir dollarar – tað er umleið 27 milliardir krónur – umframt rentur og sakarmálskonstnað í endurgjaldi fyri tær ognir, sum russar tóku á Krim.

Russland hevur enn ikki rindað upphæddina.

- Russland kann ikki sleppa undan síni ábyrgd bara við at sýta fyri at fylgja boðunum frá einum altjóða gerðarrættardómi, sigur Serhij Fedorenko, ið er virkandi stjóri í Naftogaz við heimasíðuna hjá felagnum.

Skipið, sum hald er lagt á, verður brúkt til vinnuligar rannsóknarferðir, eitt nú til Svalbarð.

Sambært rættarúrskurðinum skal skipið vera liggjandi har tað liggur nú. Norsku myndugleikarnir hava ábyrgdina av manningini umborð á skipinum, upplýsir Naftogaz.

- Vit ætla framhaldandi at fara eftir russiskum ognum kring heimin, til endurgjaldið til Naftogaz er goldið, sigur Serhij Fedorenko.

Skipið liggur við bryggju í Barentsburg á Svalbarð. Barentsburg er ein russiskur námsbýur við umleið 300 íbúgvum.

Orsøkin til at Barendspurg er vorðin russiskt innlendisøki í norskum øki, er at finna í Svaldbard-sáttmálanum frá 1920.

Her fekk Noreg fullan ræðisrætti yvir Svalbarð – hini 45 londini, sum skrivaðu undir avtaluna, fingu tó rætt til at gagnnýta tilfeingið í oyggjunum – eitt nú námsvinnu og fiskivinnu, skrivar Ritzau.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur nú gjørt viðmerkingar til hendingina. Forsetin kallar tað fyri statsligan yvirgang, at Noreg nú hevur lagt hald á skipið, skrivar AP tíðindastovan. Hann fekk spurningin í Vladivostok, eystast í Russlandi, har Putin luttekur á eini vinnuráðstevnu.

Tað er sýslumaðurin í Svalbarð, sum hevur lagt hald á skipið. Sambært norska løgmálaráðnum, so er norski staturin ikki partur av málinum.

- Sýslumaðurin hevur plikt til at fremja tær avgerðir, sum Nord-Troms og Senja tingrett hevur tikið. Hetta er galdandi fyri øll mál, ið snúgva seg um handtøku og skuld, verður upplýst úr løgmálaráðnum, sambært NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder