Innanlands

Elsa Berg flytur enn einaferð skrivstovu sína

Hósdagin 3. september gongur leiðin til Kaldbaks.

Í 2026 hevur borgarstjórin í landsins størstu kommunu í fleiri førum verið aðrastðani enn á Vaglinum og havt skrivstovu - her sæst Elsa Berg á ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í 2026 hevur borgarstjórin í landsins størstu kommunu í fleiri førum verið aðrastðani enn á Vaglinum og havt skrivstovu - her sæst Elsa Berg á ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-01 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2026 hevur borgarstjórin í landsins størstu kommunu í fleiri førum verið aðrastðani enn á Vaglinum og havt skrivstovu.

Fyrst úti i Heysti, síðani á Velbastað og í síðsta mánaða í Kirkjubø.

Tórshavnar kommuna skrivar, at í í vikuni verður tað sama gjørt í Kaldbak, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.

Hósdagin 3. september flytur Elsa Berg skrivstovu sín. Endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kaldbak og at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.

- Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at práta við fólk, ið koma á gátt, sigur Elsa Berg, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá kommununa.

Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt og kunna seg um ymisk viðurskifti. Millum  klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Høllini í Kaldbak, skrivar torshavn.fo.

[object Object]
Kaldbak (Mynd: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder