Innanlands

Heðin Poulsen nýggjur stjóri í føroysku deildini hjá MT Højgaard

Hann verður eisini ein partur av nevndini hjá RTS, ið MT Højgaard keypti 80 prosent av við ársbyrjan 2021

Heðin Poulsen

Heðin Poulsen

2021-08-31 22:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

MT Højgaard International ynskir at leggja størri dent á sína støðu í Føroyum, og hevur í hesum sambandi sett Heðin Poulsen sum stjóra fyri føroysku deildina. Hann skal millum annað styrkja um umsitingarliga og bygnaðarliga partin av fyritøkuni og harvið tryggja langtíðar ætlanirnar.

Tað verður Heðin Poulsen, ið framyvir skal standa á odda fyri øllum føroyskum áhugamálum hjá MT Højgaard. Heðin verður eisini ein partur av nevndini hjá RTS, ið MT Højgaard keypti 80% av við ársbyrjan 2021.

MT Højgaard International leggur dent á, at Føroyar i nógv ár hava verið og framhaldandi eru ein umráðandi marknaður fyri fyritøkuna.

- Vit hava eina langa og stolta søgu á føroyska marknaðinum, ið hevur givið okkum eitt sterkt vitanarligt grundarlag at útinna øll størri lokal byggi- og verklagsarbeiðir, ið ger okkara fyritøku til serfrøðingar á økinum.

Við at styrkja um okkara støðu á føroyska marknaðinum, vísa vit á okkara langtíðar ætlanir í Føroyum, sigur fyrisitingarligi stjórin hjá MT Højgaard International, Jóannes Niclassen.

Sterkt tilknýti til føroyska marknaðin
Nýggi stjórin hevur eitt sterk tilknýti til føroysku byggivinnuna, Heðin er 53 ár og hevur drúgvar royndir í leiðslu og fyrisiting, bæði praktiskt og teoretiskt. Heðin hevur eina MBA útbúgving, og hevur hann drúgvar royndir frá vinnulívi og byggivirksemi. Hann hevur áður verið sjálvstøðugur vinnuráðgevi og hevur somuleiðis royndir sum stjóri á H-DYGD, vinnuráðgevi í banka, stjóri hjá JT- Electric og deildarleiðari fyri framleiðsludeildina hjá Landsverk.

Langtíðar ætlanir
Heðin Poulsen er fúsur eftir at koma í gongd við nýggju ætlanunum hjá MT Højgaard fyri føroysku deildina, og byrjar í starvinum 1. september 2021.

- Eg gleði meg at koma í gongd og saman við einum sterkum toymi at gerast enn meira sjónligir í lokala umhvørvinum, og harvið styrkja okkara støðu í Føroyum, ið gongur eini sera spennadi tíð í møti við nógvum møguleikum.

MT Højgaard Føroyar og RTS Contractors eru partur av MTH International, og tað er brúk fyri teimum dygdum og kunnleikum til aðrar altjóða arbeiðstøkur, ið fyritøkan hevur nomið sær í Føroyum.

Tað merkir eisini, at tað verður roknað við, at enn fleiri fólk skulu setast framyvir bæði til innlendis og uttanlendis uppgávur.

- Vit ynskja helst at seta so nógv sum gjørligt av lokalari arbeiðsmegi, tó at tað helst eisini verður brúk fyri fólki uttanífrá, sigur hann at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder