placeholder
Mentan

Hatari komu víðari til finaluna

Eurovision – sermerkta fjøtrandi grand prix-lagið hjá íslendingum kom trygt víðari úr fyrru hálvfinalu

Hatari á Eurovision-pallinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Hatari á Eurovision-pallinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-05-15 07:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Hatrið mun sigra” – íslendska íkastið hjá bólkinum Hatari til altjóða sangkappingina hjá Eurovision, er við, tá finalan verður í Tel Aviv í Ísrael leygarkvøldið.

Í gjárkvøldið var hin fyrra av tveimum hálvfinalum. Seytjan sangir vóru við, og 10 teirra skuldu veljast út at koma í finaluna.

Kláraði Ísland seg trygd gjøgnum hálvfinaluna, so gekk tað ikki so gott hjá hinum Norðurlandinum, Finnlandi í gjárkvøldið. Sangurin ”Look Away” slapp ikki víðari, hetta hóast annar av teimum, ið framføra og hevur skrivað sangin, er tann einaferð so kendi altjóða DJ’arin, Darude.

Tey 10, sum sluppu víðari úr fyrru semifinaluni eru: Slovenia, San Marino, Ísland, Avstralia, Kekkia, Estland, Kýpros, Serbia, Hvítarussland og Grikkaland.

Tey, sum ikki sluppu víðari eru: Portugal, Georgia, Belgia, Ungarn, Póland, Montenegro og Finnland.

Onnur semifinalan er hóskvøldið, tá eru Svøríki, Noreg og Danmark við.

Finalan verður leygarkvøldið. Kringvarp Føroya hevur ikki sett Eurovision-sangkappingina á skránna, og sum skilst, er hetta fyrsta ferð í nógv ár, at tað sker.

Sjónvarpið sendir ístaðin ein amerikanskan skemtifilm frá 2004 við Vince Vaughn og Ben Stiller í høvuðsleiklutunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder