Innanlands

Hægsta talið á smittaðum vit hava havt

110 eru smittað í løtuni. Tá harðast leikaði á í mars vóru 102 smittað samstundis

Metnógvar kanningar verða gjørdar í hesum døgum. Sjúkrahúsverkið var í gjár millum annað í Stóru Dímun og gjørdi kanningar (Mynd: Landssjúkrahúsið)

Metnógvar kanningar verða gjørdar í hesum døgum. Sjúkrahúsverkið var í gjár millum annað í Stóru Dímun og gjørdi kanningar (Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-12 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit seta eitt keðiligt met í dag. Talið á smittaðum av koronavirusinum er 110 í løtuni, og tað er hægsta tal vit hava havt í Føroyum. Hetta sæst á hagtølunum, sum Portalurin hevur skrásett síðani fyrstu tilburðirnar í mars mánað.

Tá koronasmittan herjaði í vár vóru 102 smittað tá harðast leikaði á. Tá vaks talið ikki líka ógvusligt, sum fyrstu dagarnar í hesari bylgjuni, og tá vit komu inn í apríl og fáir tilburðir vóru staðfestir, raplaði talið av smittaðum niður.

Alt bendir tó á, at Føroyar eru við at fáa tamarhald á smittuni hesaferð eisini. Metnógvar kanningar verða gjørdar kring landið, og talið á nýggjum tilburðum tykjast at vera minkandi.

Fólk verða skrásett at vera blivin frísk aftur 14 dagar eftir, at smittan er staðfest.

Dagførd kl. 14.01

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder