Mentan

Guðrið Hansdóttir skal umboða Føroyar í nýggjari tónleikakapping

PanArcticVision er atljóða tónleikakapping við íblástri úr Eurovision, har føroyingar kunnu luttaka undir egnum flaggi. Guðrið skal framføra "Blátt myrkur" í Norðurnoregi 12. august

Blátt myrkur er av nýggjastu tónleikaútgávu hjá Guðrið Hansdóttir, sum vann Ársins Útgáva á FMA. Hon hevur sjálv skrivað tónleikin, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum bæði er rithøvundur og yrkjari, hevur skrivað tekstin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Blátt myrkur er av nýggjastu tónleikaútgávu hjá Guðrið Hansdóttir, sum vann Ársins Útgáva á FMA. Hon hevur sjálv skrivað tónleikin, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum bæði er rithøvundur og yrkjari, hevur skrivað tekstin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-31 10:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er greitt, hvør verður føroyska umboðið til nýggju tónleikakappingina PanArcticVision. Tað verður Guðrið Hansdóttir, ið fer at umboða Føroyar við sanginum Blátt myrkur, tá kappingin á fyrsta sinni fer av bakkastokki hin 12. august í Norðurnoregi.

Guðrið Hansdóttir er bæði sangarinna og sangskrivari, er hon væl kend í Føroyum. Hon er somuleiðis virkin á altjóða tónleikapallinum. Hon hevur útgivið seks soloútgávur, har tann nýggjasta fekk heiðurin Ársins útgáva á Faroese Music Awards 2023. Guðrið Hansdóttir er eisini partur av vokalkvintettuni KATA og er somuleiðis onnur helvtin av elektropop-bólkinum BYRTA. Tónleikur hennara er ein blandingur av so ymiskum tónleikagreinum sum poppi, fólkatónleiki, og minimalistiskum elektroniskum tónleiki, og íblásturin fær hon m.a. úr norðurlendskum poppi og amerikonskum fólkatónleiki.

Guðrið fer á pall á PanArcticVision við sanginum Blátt myrkur, sum er úr hennara nýggjastu tónleikaútgávu. Hon hevur sjálv skrivað tónleikin, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum bæði er rithøvundur og yrkjari, hevur skrivað tekstin. Hegnisliga samspælið millum tónleik og tekst var eitt av tí, sum dómsnevndin beit merki í, tá hon valdi, hvør skuldi umboða Føroyar í PanArcticVision-kappingini.

Føroyska dómsnevndin er: Glenn Larsen: leiðari á Faroe Music Export (FMX), Jasmin Mote: tónleikari (listanavn: Jazzygold) og Eyðfinn Jensen: samskipari á tónleikaøkinum hjá Kringvarpi Føroya.


PanArcticVision

PanArcticVision er nýggj, atljóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó er ein ávísur munur fyri føroyskar tónleikarar: Til Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi, men tað kunnu teir á PanArcticVision.

Hugsanin handan PanArcticVision-kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum. Fyrsta PanArcticVision-kappingin verður 12. august 2023 á Varangerfestivalinum í Vadsø í Noreg, og hon verður stroymd beinleiðis í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Kappingin er løgd til rættis av listabólkinum NORDTING/ The Northern Assembly í samstarvi við Varangerfestivalin í Vadsø.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder