Innanlands

Grót frá tunnilsboring á vegnum

Í nátt fekk løgreglan boð um, at grót var á Hvítanesvegnum

- Lastbilar verða ovurfyltir av grótið, sum tí dettur á vegin. (Mynd: Jens. Kr. Vang)

- Lastbilar verða ovurfyltir av grótið, sum tí dettur á vegin. (Mynd: Jens. Kr. Vang)

2018-09-01 13:47 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Um eitt tíðina í nátt, fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent seg fæstan á Hvítanesvegnum. Orsøkin var, at grót var á vegnum - allarhelst frá tunnilsboringini við skálafjørðatunnlinum. 

Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at hettar ikki er fyrstu ferð, at tílíkt kemur fyri. Allarhelst er grundin, at lastbilarnir verða ovurfyltir, og tí dettur grót av bilunum á vegin. 

Í ítøkiliga málinum snýr tað seg um, hvørt tað ber til at finna útav, hvør hevur koyrt bilin, har grót er dottið úr. Tað er brot á ferðslulógina, um grót dettur úr bilinum, og tí heftir bilførarin fyri feilin. Hann hevur sjálvur ábyrgdina av tí, um ov nógv er í bilinum. 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at hann ikki veit, um nakað verður gjørt við ítøkiliga málið, men at tað altíð er ein trupulleiki at prógva, hvør hevur ábyrgdina av tílíkum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder