Innanlands

Gjáargarður: Fyrsta hálvár er farið

Á Gjáargarði merkja tey av álva til koronavirusið, sum herjar kring nærum allan heimin. Tey fáa bara avlýsingar í løtuni

(Mynd: Gjáargarður Guesthouse)

(Mynd: Gjáargarður Guesthouse)

2020-03-19 21:09 Author image
Oda W. Andreasen
placeholder

Koronavirusið merkiskt av álvara í ferðavinnuni, og á Gjáargarði eru tey í bíðistøðu, tí enn veit eingin hvussu tað verður í summar.

- Mars og apríl eru tómir og vit hava ongar gestir í løtuni, seinastu gestirnir fóru sunnudagin, tá Danmark kallaði sína íbugvar heim, sigur Inga Foldbo Hjalnafoss, stjóri.

- Vit fáa ongar bíleggingar í løtuni, bara avlýsingar frá gestum, tó vilja nakrir gestir flyta teirra bílegging til seinni í summar, men tá eru vit fullsett, so tað ber ikki til. Um heystið og veturin hava vit flest virkir og fundarvirksemi hjá føroyskum fyritøkum og vónandi verður hetta sum vanligt, sigur hon.

Ferðavinnuráðstevnur avlýstar
Fleiri av stóru ferðavinnuráðstevnunum eru avlýstar og tí avlýsa eisini útlendskar ferðaskrivstovur stórar bólkar, tí tey vænta ikki at selja nakað, orsakað av manglandi ferðavinnuráðstevnunum, har tey vanliga selja nógv.

- Í løtuni hava vit næstan ongi starvsfólk, og tey, sum skuldu byrja 1. apríl, hava fingið at vita, at tað verður útsett. Í løtuni er bara eitt fólk í starvi umframt stjóran, hini eru send til hús, sigur stjórin.

- Vit fáa tíðina at ganga við at fríðka um gistingarhúsið og gera smáting, sum man annars ikki kemur til. Vit hava lukkað matstovuna og koyra ikki mat út.

Óvissa um summarið 2020
-
Vit vita ikki, hvussu verður á sumri 2020. Vit eru fullsett, men um gestirnir koma ella avlýsa vita vit ikki enn, sigur Inga Foldbo Hjalnafoss.

Tað eru trupult at flyta bólkar til dømis frá mai til juni og juli, tí tá er fult, so vit viðmæla okkara bólkum, heldur at flyta ferðina til næsta summar. Einstaklingar eru lættari at flyta til seinni í summar, ella vit bjóða teimum at broyta bíleggingina til 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder