Innanlands

Gera framvegis nógvar koronakanningar

Ikki síðani 22. apríl er nakar smittutilburður staðfestur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-05-30 17:03 Author image
Sverri Egholm

Heldur ikki seinasta samdøgrið hevur nakar fingið staðfest koronasmittuna. 187 føroyingar hava fingið staðfest korona, men eru allir blivnir frískir aftur.

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl.

9636 kanningar eru gjørdar, og talið av kanningum dagliga hevur ligið millum 25 og eitt sindur omanfyri 100 kanningarr seinastu mánaðirnar.

Í gjár vóru 68 kanningar gjørdar, og 102 fyrradagin.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald