Innanlands

Gera eisini nógv burturúr í Sjóvar kommunu leygardagin

Hátíðarhaldið við rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum byrjar klokkan ellivu. Kommunan bjóðar borgarunum ókeypis mat áðrenn og seinni um dagin, og hetta verður gjørt, samstundis sum koronatilmælini verða fylgd

Morgunmatur, pylsuvognur og annað fer at seta dám á serliga dagin á Strondum (Mynd: sjovar.fo)

Morgunmatur, pylsuvognur og annað fer at seta dám á serliga dagin á Strondum (Mynd: sjovar.fo)

2020-12-17 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Leygardagurin 19. desembur 2020 verður ein søguligur dagur. Farleiðin úr Suðurstreymoy verður skorin niður í nærum einki, samstundis sum Skálafjørðurin verður knýttur enn meiri saman. Talan er sjálvandi um Eysturoyartunnilin, sum letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin klokkan 12.00.

Soleiðis skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari. Kommunan byrjar serliga dagin við at bjóða ókeypis morgunmat til borgarar. Av tí at kornatilmælini eru sum tey eru, so verður einki stórt morgunmatarborð - morgunmaturin verður útflýggjaður:  

- Vegna tilmælini um koronu savnast vit ikki til morgunmatin, men fáa hann ístaðin við heim til hús. Morgunmaturin verður pakkaður í posar og útflýggjaður við garasjuna hjá Georg í Strandatúni, so ein fær morgunmatin inn í bilin uttan at seta ein fót út úr bilinum. Tey, sum koma til gongu, fáa sjálvandi eisini ein morgunmatarposa.

Les eisini: 
Drive-in tunnilstiltak á Toftum leygardagin
Midnáttarsangbólkurin luttekur

Hátíðarhaldið við rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum byrjar klokkan ellivu. Vegna korona er hátíðarhaldið ikki alment, men Kringvarpið vísur alt hátíðarhaldið í sjónvarpinum. Á skránni verður hornblástur og fleiri røður. Millum annað fer borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, at siga nøkur orð, eins og Jens L. Thomsen, borgari, sum hevur gjørt eina ljóðmynd, ið er at hoyra í tunlinum. Til seinast verður snórurin kliptur, og harvið verður tunnilin tikin í nýstlu.

Seinnapartin og út á kvøldið verður hetta eisini hátíðarhildið á Strondum. Kommunan bjóðar búff, franskan hotdog, candyfloss og poppkorn. Pysluvognur, ið millum annað Fróði Benjaminsen stendur fyri, fer at standa við omanfyri nevndu garasju. Maturin verður borin inn í bilarnar, soleiðis at fólk bert skulu koyra framvið og bíleggja úr bilinum, skrivar sjovar.fo.

Handilslívið á Strondum ger eisini eitt sindur eyka burturúr á serliga degnum.

Les eisini: 
Ókeypis at koyra gjøgnum nýggja tunnilin árið út
Geva Eysturoyarblað út

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder