2018-07-06 13:35
So er túrurin komin til Gekkin, at verða órógvaður av HM-endaspælinum í Russlandi.
Gekkurin, sum vanliga byrjar fríggjakvøld klokkan 19:45 verður nevniliga ikki fyrr enn dysturin millum Brasil og Belgia er liðugur. Eftir skránni verður tað klokkan 20:55, men um dysturin ikki verður avgjørdur upp á 90 minuttir, er møguligt at Gekkurin bíðar enn longri.
Sostatt kann klokkan ganga til 23 áðrenn Føroya fólk eru liðug at spæla gekk í kvøld.
Les eisini: Verður framvegis møguligt at býta Gekkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald