Sára Malena Guttormsdóttir. Hvør var hon? Hví fekk hon spaldrið gandakelling á seg? Hvørjar umstøður livdi hon undir? Dugdi hon veruliga gand? Hvat ér gandur?
Á Mentanarnáttini á Tvøroyri ber til at gera seg klókari uppá hetta.
Í sambandi við Mentanarnáttina á Tvøroyri, verður nevniliga høvi at síggja einrøðuleikin "Gandakellingin úr Skúvoy", boðar Tvøroyrar kommuna frá.
Sjónleikarinnan Gunnvá Zachariasen hevur játtað at koma suður við einrøðuleikinum, ið hon og Ria Tórgarð hava staðið fyri.
Leikurin hevði frumframførslu til Listaleypin í februar í ár og er hetta tí ein heilt nýggjur leikur.
Hugnaliga Fylking í Valarabrekkuni verður karmur um einrøðuleikin, við heldur óhugnaliga heitinum. Tvær sýningar verða - ein hóskvøldið 28. mai klokkan 20, og ein fríggjakvøldið 29. mai, klokkan 21.
Sára Malena í Heimaragarði varð fødd í 1832 og doyði í 1903. Hon var einabarn. Longu sum barn hevði hon ringt orð á sær. Hini børnini vildu ikki hava hana við í spælið, tey vaksnu øtaðust um, hvussu hon tíggjaði sær og foreldur hennara høvdu helst viljað sloppið sær av við hana. Men hon var gløgg, dugdi at lesa langt áðrenn hon fór í skúla og røsk til alt arbeiði, inni sum úti.
Seinni fóru søgur at ganga um hana, at hon skuldi duga gand og at biða ilt yvir onnur. Tað segist, at hon var atvoldin til fleiri vanlukkur og at hon í fleiri førum hevndi seg afturfyri eyðmýking og happing.
– Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið, skrivar fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen í síni grein um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984).
Um "Gandakellingin úr Skúvoy"
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria við íblástri frá keldum frá Eyðun Andreassen K. O. Viderø, Skúvoyarsøgu og Sólrun Michelsen og øðrum heimildarfólkum.
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg
Leikferð kring landið
13. juni 2026 - á sjálvum deyðsdegnum hjá Sáru Malenu - verður leikurin eisini framførdur í Brúgvafjósinum úti í Skúvoy. Atgongumerki verða sett til sølu á atgongumerki.fo.
Í heyst fer leikurin á ferð kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald