
Á Skálatrøð hava tey í løtuni úr at gera. Tey gera klárt til stóran konsertdag sum byrjar við barnatiltaki og endar við festivali fyri vaksin.
Okkara Land verður nevniliga á Skálatrøð í morgin 21. juni
Festivalurin var í fjør í Marknagili, men er í ár fluttur oman á Skálatrøð.
Dan Joensen, fyriskipari, letur væl at atgongumerkjasøluni. Tað verða støðugt seld fleiri atgongumerki, nú dagurin nærkast.
Okkara Land hevur 18 ára aldursmark og er festivalurin til tey vaksnu. Men í ár er eisini barnatiltak við navninum Okkara Børn, sum verður frá klokkan 12 til 15.
Á skránni eru kend og elskað nøvn sum: Morten Münster & Tobias, sum børnini kenna frá YouTube og sosialum miðlum. Angela & Hannibal koma við fullum skemti og sirkusføri. Trølla-ættin við Pæturi, Ommuni og Ommudidd tekur børnini við á eitt stuttligt ævintýr.
DJ Kingz fer at skapa barnadansigólv við góðum tónleiki og stemningi.
Seinni á degnum - frá kl. 17 til 03 - verður Okkara Land fyri tey vaksnu við stjørnum sum Lou Bega, Jacob Haugaard, ABBA Tribute, Grandma’s Basement og fleiri øðrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald