
Íbúðirnar sum Bústaðir hevur bygt við Dalavegin í Havn verða seldar sum lutaíbúðir.
Hesum boðar Bústaðir frá í dag. Talan er um 44 bústaðareidnir í ymiskum støddum, og keypsprísurin tekur støðið í tí kostnaði, sum verkætlanin samlað hevur kostað umframt mett virði av grundøkinum.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanin er knappar 170 milliónir krónur, og kosntaðurin verður býttur í 44 partar, har atlit er tikið til stødd, innrætting, staðseting, útsýni og so framvegis.
Prísirnir eru ávikavist 2.75, 2.85, 2.875, 3.0, 4.1, 4.5 og 4.9 mió. kr.
Fólk, sum búgva hjá Bústøðum ella eru uppskrivaði hjá Bústøðum, fáa framíhjárætt til at ogna sær ein lut. Eftir tríggjar vikur verða tær lutaíbúðirnar, sum ikki eru seldar tá, settar alment til sølu í samstarvi við Skyn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald