2025-06-20 18:44

Frá fongsul til íbúðir. Fongslið á gomlu politistøðini í Jónas Broncks gøtu varð niðurbrotið tíðliga í ár fyri at gera økið byggiklárt til 10 íbúðir. Í dag varð so reist fyri teimum 10 íbúðunum, sum fara at prýða økið framyvir
Talan er um fimm eindir, har tvær íbúðir verða í hvørjari eind. Tað hevur gingið stak væl við byggingini higartil, og í næstum verður farin undir at inniloka íbúðirnar, og verður tað liðugt áðrenn ólavsøku, sigur J&K Petersen, sum byggir íbúðirnar.
Allar tíggju íbúðirnar skulu standa klárar til summar komandi ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald