2025-06-20 07:50

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um at ein fullur maður stóð í Steinatúni og órógvaði ferðsluna og var ólátaður.
Farið varð á staðið og tað endaði við at maðurin bleiv skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar umframt fyri ikki at vilja upplýsa sítt navn fyri løgregluni.
Harvið kostaði hendan løtan honum 2500 krónur.
Maðurin varð eisini handtikin og lá og svav í nakrar tímar á støðini áðrenn hann varð leyslatin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald