Innanlands

Slapp væl í ferðsluóhappi í Eysturoyartunlinum

Dansiringurin fekk nakað av skaða, men tíbetur var ikki stórvegis fólkaskaði

Soleiðis sær út í Eysturoyartunlinum eftir ferðsluóhappið. Ljósið í listaverkinum er farið og ringurin hevur fingið skaða

Soleiðis sær út í Eysturoyartunlinum eftir ferðsluóhappið. Ljósið í listaverkinum er farið og ringurin hevur fingið skaða

2025-06-20 08:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var klokkan 13:37 at boðað var frá ferðsluóhappi í Eysturoyartunlinum. Bara ein bilur var í óhappinum.

Eitt fólk var í bilinum, og var flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst á vaktleiðaranum á politistøðini, var ikki talan um nakran stórvegis fólkaskaða.

Bilurin rendi beint inn í súluna í rundkoyringina í Eysturoyartunlinum. Listaverkið dansiringurin, sum Tróndur Patursson hevur gjørt, fekk skaða. Ógreitt er hví óhappið hendi, men bilførarin var ikki ávirkaður. Málið verður kannað víðari.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at óhapp er hent í rundkoyringini í Eysturoyartunlium, og eisini tá fekk listaverkið skaða.

Fyri ikki at fáa bíðirøðir inni í tunlinum varð hann stongdur í ein tíma ella so, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder