Innanlands

Týskari undir illgruna at hava burturflutt Madeleine McCann

Scotland Yard heldur seg vera komið eitt týðandi fet nærri uppkláringini av horvnari bretskari smágentu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-04 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

13 ár eftir at enska smágentan Madeleine McCann, trý ára gomul hvarv úr eini frítíðaríbúð í portugisiska frítíðarbýnum Prais da Luz við Algarve strondina, tykist nú at vera nærri eini uppkláring.

Scotland Yard løgreglan hevur nú illgruna til ein 43 ára gamlan týskan mann, skriva bretskir miðlar.

Maðurin situr í løtuni í týskum fongsli fyri onnur brotsverk. Men hann var í Praia da Luz-økinum í 2007, tá Madeleina McCann hvarv. Tá búði hann á einum niðurslitnum garði, og koyrdi við bæði einum fólkavognsrugbreyði, einum VW T3 Westfalia og í einum svørtum Jaguar, heldur løgreglan.

Mark Cranwell ovasti á Scotland Yard sigur, at løgreglan nú roynir at kanna, hvussu hesin 43 ára gamli maðurin ferðaðist ta náttina, og dagarnar undan og eftir at hon hvarv 3. mai 2007.

Óvanlig áheitan
- Vit vita, at hann var í økinum hesa náttina, umleið ein tíma undan at Madeleine varð sædd á síðsta sinni um 21-tíðina. Hann fekk eina uppringin á sína portugisisku fartelefon frá eini aðrarð portugisiskari fartelefon. Samrøðan vardi umleið ein hálvan tíma, sigur Mark Cranwell.

Scotland Yard hevur nú almannakunngjørt telefonnummrini.

- Vit siga ikki, at tann, ið ringdi, er undir illgruna í málinum. Men tað er ein ella fleiri persónar, vit viðja eyðmerkja sum lyklapersónar, og vit hava brúk fyri at koma í samband við hesi, sigur Stuart Cundy frá Metropolitan Police í London.

Løgreglan kemur tí við eini óvanligari áheitan á fólk um at traðka fram.

- Tit vita kanska um okkurt av tí, hann hevur gjørt. Hann kann hava sagt tykkum hvussu Madeleina hvarv. Meira enn 13 ár eru gingin, og tykkara trúfesti kann hava broytt seg. Hann er í fongsli, og vit eru greið yvir, at fólk kanska higartil hava havt trupult við at koma í samband við løgregluna. Nú er tíðin komin at standa fram. Vit heita á tykkum um at gera tað, ljóðar áheitanin frá bretsku løgregluni.

Løgreglan hevur ikki kunngjørt navnið á 43 ára gamla manninum, men hevur víst myndir av teimum bilum, sum hann helst hevur koyrt í um tað mundið, tá Madeleina McCann hvarv (sí myndir herundir)

Hóast tað er 13 ár síðani, at trý ára gamla gentan hvarv, halda fleiri politimyndugleikar fram við leitingini eftir gentuni og eftir sannleikanum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder