Innanlands

Løgreglan ávarar um falskan Facebook-vanga

– Talan er um svik, har endamálið er at fáa kortupplýsingar frá fólki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-03 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan ávarar um ein falskan Facebook-vanga, sum roynir at lokka kortupplýsingar frá fólki.

Á sosiala miðlinum eru deildir uppsløg um, at ein kann fáa ein klædnakassa fyri 15 krónur, um ein trýstir á eitt leinki og fyllir úr eitt spurnablað. Eftir hetta verður ein biðin um at upplýsa kortupplýsingar sínar.

– Føroya Politi hevur kannað vangan, fylgjararnar, viðmerkingarnar og leinkið, og tað er okkara meting, at talan er um svik, har endamálið er at fáa kortupplýsingar frá fólki. Føroya Politi mælir øllum til ikki at trýsta á leinkið ella at útflýgga kortupplýsingarnar, skrivaði løgreglan á Facebook fyri løtu síðani.

Hevur ein longu deilt sínar kortupplýsingar, eigur ein at seta seg í samband við sín peningastovn og fáa kortið sperrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder