
Orkufeløgini P/F Magn og P/F Effo kunngjørdu herfyri teirra ársroknskapir.
Effo hevði í 2024 eitt ársúrslit upp á 48,9 mió.kr., góðar 600 tkr. lakari enn í 2023.
Magn hinvegin hevði 5,2 mió.kr. í framgongd í ársúrslitinum í 2024, sum gjørdist 37,2 mió.kr.
Stóri munurin á ársúrslitinum hjá Magn og Effo er annars, at Magn hevur tríggjar ferðir so stóra langfreistaða skuld sum Effo. Tískil ávirkar fíggjarkostnaðurin munandi meira raksturin hjá Magn enn hjá Effo.
Sambært ársfrágreiðingini rinda Magn og Effo sínum partaeigarum ávikavist 50 mió.kr. og 35 mió.kr.
Í Føroyum hava vit haft tvey feløg, Magn og Effo, sum selja og veita tænastur innan oljusølu og eisini innan grønu orku. Men frá miðskeiðis í 2025 kemur nýggja orkufelagið Sp/f Krafta, sum annars var stovnað i 2023 eisini at selja beinleiðis til serliga skip. 2024 roknskapurin hja Krafta er ikki almannakunngjørdur enn. Men av tí at felagið í størsta mun higartil hevur virka sum oljumeklari, verður ikki mett at hetta í 2024 hevur ávirkað stórvegis marknaðarpartarnar hjá Magn og Effo.
Nettosølan hjá bæði Magn og Effo er minkandi eftir tvey ár við metsølu:
Sølan síðstu mongu árini hevur verið býtt áleið javn millum føroysku oljufeløgini. Síðstu fimm árini hevur Effo tó haft eitt vet hægri marknaðarpart, hóast munurin aftur er minkaður í 2024.
Í ársfrágreiðingini hjá Magn stendur, at sølan í 2024 serliga er merkt av øktari sølu til útlendsk skip og øktum vinningi á Magn støðunum. Nevnt verður eisini at marknaðarparturin i 2024 er umleið tann sami sum undanfarna árið.
Í ársfrágreiðigini hjá Effo, sum greiðir frá gongdini, t.d. at sølan til føroysk skip og útlendsk skip er lækkandi umframt at oljusølan til føroysk sethús eisini er minkandi. Marknaðarstøðan verður tó mett at verða tann sama sum í 2023.
Munurin millum oljufeløgini er sambært leiðslufrágreiðingini, at Magn serliga hevur økt sína sølu til útlendsk skip, sum helst eisini ger, at marknaðarparturin hjá Magn økist frá 42,8 prosent í 2023 til 45,9 prosent í 2024.
Marknaðarpartarnir hjá Magn og Effo út frá nettosøluni eru annars vístir niðanfyri.
Rakstartølini hjá Magn og Effo
Tá hugt verður nærri eftir rakstrarroknskapinum hjá báðum feløgunum, Magn og Effo, kann í fyrstu atløgu tykjast, at feløgini hava haft sera góð ársúrslit síðstu árini.
Ársúrslitini hava í stóran mun verið javnt góð øll árini, sum onki óvanligt er í, tá ið tvey feløg á hendan hátt hava deilt oljumarknaðin í Føroyum. Men í mun til stóru nettosøluna, kann ikki sigast, at ársúrslitið í prosentum hevur verið óvanliga stórt í mun til aðrar vinnur.
Tá hugt verður eftir rakstrarlønseminum, sum er ársúrslit áðrenn avskrivingar og rentur (ebitda) hjá báðum feløgum sæst, at ebitda hjá Magn í 2024 var 83,9 mió.kr., sum var 9 prosent av nettoumsetninginum. Sama talið hjá Effo var 82,1 mió.kr. og ebitda marginan var 7,5 prosent. Tískil hevði Magn munin í rakstarlønseminum í 2024 áðrenn fíggjarkostnað.
Orsakað av, at Magn í 2024 hevði fíggjarligar útreiðslur á 17,2 mió.kr. meðan Effo ”bert” hevði 7,5 mió.kr. í fíggjarútreiðslum, so ávirkaði hetta ársúrslitið meira neiligt hjá Magn enn hjá Effo í 2024.
Ársúrslitið eftir skatt hjá Effo gjørdist 48,9 mió.kr., sum var 4,5 prosent av nettosøluni. Tilsvarandi var ársúrslitið hjá Magn 37,2 mió.kr., sum var 4,0 prosent av nettosøluni.
Viðmerkjast skal at Magn hevði størstu framgongdina í ársúrslitinum í 2024, sum var 5,2 mió.kr. í mun til Effo sum, hevði smáar 600 tkr. í minni ársúrsliti í 2024.
Fíggjarstøðan hjá P/F Magn og P/F Effo
Munurin á feløgunum Magn og Effo tá talan er um fíggjarstøðuna er stórur.
Samlaðu ognirnar hjá Magn og Effo vóru við árslok 2024 ávikavist 342,8 mió.kr. og 397,8 mió.kr.
Men størsti munurin er, tá hugt verður eftir skyldunum og eginognini hjá báðum feløgunum.
Langfreistaða skuldin hjá Magn við árslok 2024 var 180 mió.kr. meðan Effo hevði langfreistaða skuld á 66,3 mió.kr.
Effo hevði við árslok 2024 eina eginogn upp á 182,7 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á 46 prosent, sum er gott.
Magn hevði eina eginogn á 13,6 mió.kr., eitt trygdarevni á bert 4 proent, sum verður roknað at vera lágt.
Tískil er Effo eitt munandi fíggjarliga sterkari felag enn Magn, tá hugt verður eftir 2024 roknskapunum.
Vinningsbýti
Bæði Magn og Effo hava rindað sera stór vinningsbýti síðstu 10 árini til sínar eigarar. Samanlagt hava orkufeløgini rinda 505 mió.kr. út til sínar eigarar í vinningsbýti síðani 2015.
Vinningsbýtið hjá Magn og Effo í 2024 var ávikavist 50 mió.kr. og 35 mió.kr.
Lyklatøl
Nøkur útvald lyklatøl hjá Magn og Effo síggjast á tabellini niðanfyri.
Eigari av P/F Magn er Sp/f Orkufelagið, har høvuðspartaeigarin er Sp/f Frá 27.juni 2007, umframt aðrar føroyskar og íslendskar eigarar.
Stjóri í P/F Magn er Suni E. Justinussen. Nevndarformaður er Jan Petersen.
Eigari av P/F Effo eru Kolan Aps og P/F Tjaldur, sum er høvuðspartaeigarar, umframt LÍV, P/F Varðin, P/F Framinvest og aðrir smærri eigarar.
Stjóri í P/F Effo er Gunnar Nielsen. Nevndarformaður er Janus Thomsen.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald