Innanlands

Einki frætt frá bilførarunum

Løgreglan sóknast eftir tveimum bilførarum, sum vóru orsøk til eitt ferðsluóhapp á Skipaneskrossinum mikudagin. Ein annar bilførari hevur tó gjørt vart við seg

2025-07-04 07:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn bíðar løgreglan eftir, at tveir bilførarar fara at seta seg í samband við tey í sambandi við eitt ferðsluóhapp við Skipaneskrossinum mikudagin klokkan 17.45.

Ein bilur fór av vegnum og fekk rættiliga stóran skaða. Tá bilførarin skuldi snara av ímóti Skipanesi, mátti hann brádliga bremsa, tá ein mótkoyrandi bilur gjørdi eina yvirháling. Hetta hevði við sær, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og endaði við at fara útav.

Báðir teir mótkoyrandi bilarnir koyrdu víðari uttan at steðga á. Hesum báðum bilføraranum vil løgreglan fegin hoyra frá.

Tað var ein reyður persónbilur, sum yvirhálaði ein hvítan persónbil.

Onkur, sum heldur seg hava upplýsingar í málinum, hevur ringt til løgregluna, og viðkomandi fer at verða avhoyrdur.

Les eisini: Løgreglan: Sóknast eftir tveimum bilførarum í sambandi við ferðsluóhapp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder