
Løgreglan eftirlýsir tveir bilførarar í sambandi við eitt ferðsluóhapp við Skipaneskrossin seint seinnapartin í gjár.
Tað var klokkan 17.45 í gjár, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein bilur var farin útav vegnum og hevði fingið rættiliga stóran skaða. Fólkaskaði var tó eingin.
Tá bilførarin skuldi snara av ímóti Skipanesi, mátti hann brádliga bremsa, tá ein mótkoyrandi bilur gjørdi eina yvirháling. Hetta hevði við sær, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og endaði við at fara útav.
Báðir teir mótkoyrandi bilarnir koyrdu víðari uttan at steðga á, og tí sóknast løgreglan nú eftir bilføraranum.
– Tað var ein reyður persónbilur, sum yvirhálaði ein hvítan persónbil. Vit vita ikki nummarið, ella hvat slag av bili tað var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað er ógreitt, um førarin í reyða bilinum veit, hvørja støðu hansara yvirháling elvdi til, og vil løgreglan fegin hoyra frá báðum bilførarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald