Innanlands

Skráin til Okkara Land klár

Mambo no. 5 og Okkara Land verður á Skálatrøð leygardagin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-17 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 21. juni verður Okkara Land á Skálatrøð. Higartil sær veðrið út til at vera við tiltakinum og tað merkist á atgongumerkjasøluni.

Konsertdagurin varð fyri fyrstu ferð í fjør, og rakti seinastu dagarnar av drúgva verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum umframt, at veðrið heldur ikki spældi við.

Hóast hetta hugnaðu fólk sær óført og tá avtornaði var hampilig luttøka.

Og nú er Okkara Land flutt oman á Skálatrøð. Dan Joensen, fyriskipari, letur væl at atgongumerkjasøluni tá vit tosaðu við hann seinnapartin.

Tiltak til børnini um dagin
Okkara Land hevur 18 ára aldursmark og er festivalurin til tey vaksnu. Men í ár er eisini barnatiltak við navninum Okkara Børn, sum verður frá klokkan 12 til 15.

Á skránni eru kend og elskað nøvn sum: Morten Münster & Tobias, sum børnini kenna frá YouTube og sosialum miðlum. Angela & Hannibal koma við fullum skemti og sirkusføri. Trølla-ættin við Pæturi, Ommuni og Ommudidd tekur børnini við á eitt stuttligt ævintýr.

DJ Kingz fer at skapa barnadansigólv við góðum tónleiki og stemningi.

Seinni á degnum – frá kl. 17 til 03 – verður Okkara Land fyri tey vaksnu við stjørnum sum Lou Bega, Jacob Haugaard, ABBA Tribute, Grandma’s Basement og fleiri øðrum.

Skráin sæst omanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder