
Tindhólmur verður ikki bert brúktur til ríkisfund. Eisini í stóra filminum hjá DreamWorks, How to Train Your Dragon, verður Tindhólmur brúktur sum baktjald.
Filmurin, sum hevði frumsýning í Havnar Bio hósdagin, inniheldur eisini aðrar myndir úr Føroyum. Tað sæst eisini aftur í trailaranum.
Tindhólmur verður brúktur sum mynd til oynna Berk, har víkingar og drekar búgva, men er í filminum gjørdur væl størri enn hann er í veruleikanum.
Hoyr leikstjóran Dean Deblois greiða frá brúkinum av Føroyum í videobrotinum omnanfyri. Verturin greiðir eisini frá, at hon kendi tað aftur - tí hon vitjaði Føroyar í fjør.
Ein brellbiti av "How to Train Your Dragon" sæst niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald