Mentan

700 krónur pr. stjørnu pr. gest

So nógv er prísurin fyri at eta á PAZ dýrkaður eftir Michelin stjørnurnar í gjár

2025-06-17 16:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tú bílegði eitt borð á PAZ í gjár, so skuldi tú av við 3.200 krónur fyri mat- og vínmenu. Um tú bíleggur borð í dag, skalt tú av við 4.600 krónur.

So stóran týdning hava Michelin stjørnurnar fyri eina matstovu. 1.400 krónur pr. gest – 700 krónur pr. stjørnu.

Tá PAZ lat upp fyrst í apríl var kostnaðurin fyri matin (tasting menu) 1.800 krónur, fyri vínskránna (wine pairing) 1.400 krónur og fyri rúsfríar drykkir ístaðin fyri vín (non-alchholic pairing) 700 krónur.

Í dag eru prísirnir, sambært paz.fo, broyttir til ávikavist 2.500, 2.100 og 995 krónur. 

(Tekstur rættaður. Samlaði prísurin í dag er ikki 4.500, men 4.600 krónur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder